Verja av persónsupplýsingum

Innleiðsla

Í hesum privatlívspolitikkinum fært tú svar uppá, hvørji vit eru, hvussu vit savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.

Dátuábyrgdari

Sp/f Brúsá
Niels Finsensgøta 16
100 Tórshavn

Telefon: 20 19 00
Teldupostur: info@brusa.io

Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum

Vanligt kundasamskifti

Tá ið tú setir teg í samband við okkum umvegis teldupost ella telefon, innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er:

  • at viðgera og svara tínum boðum
  • at viðgera og svara tínum umbønum
  • at betra um brúkaraupplivingina
  • at umsita tilboð
  • at senda út sjálvvirkandi boð

Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Frymil á heimasíðuni

Tá ið tú sendir okkum eini boð umvegis frymilin á forsíðuni, innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er at svara boðum, sum tú sendir okkum umvegis heimasíðuna.

Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Starvsumsóknir til lýst starv

Tá ið vit lýsa eitt starv leyst, leggja vit ein frymil á heimasíðuna, har vit innsavna upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerini av tínum upplýsingum er at viðgera, hvør er best skikkaður til starvið.

Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.

Sløg av upplýsingum

Vanligt kundasamskifti

  • Fult navn
  • Teldupostur
  • Telefonnummar
  • Starvsheiti
  • Aðrar sjálvbodnar upplýsingar

Frymil á heimasíðuni

  • Navn
  • Teldupostur
  • Telefonnummar

Starvsumsóknir

  • Fult navn
  • Teldupostur
  • Telefonnummar
  • Stutt lýsing um teg sjálvan
  • Aðrar sjálvbodnar upplýsingar

Verða upplýsingarnar fluttar til útlond ella triðjalond?

Tá ið tú sendir okkum eini boð gjøgnum heimasíðuna, verða boðini send ígjøgnum Hubspot, ið goymir eitt avrit av boðunum í 90 dagar. Hubspot er ein tænasta, ið heldur til í Dublin, Írlandi. Privatlívspolitikkin hjá Hubspot kanst tú lesa her: https://legal.hubspot.com/privacy-policy

Boðini, ið verða send ígjøgnum Hubspot, umframt tey, ið verða send umvegis teldupost, verða síðani goymd á teldupostskipan frá Microsoft, ið m.a. heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Microsoft kanst tú lesa her: https://privacy.microsoft.com/en-gb/privacystatement

Teldupostsamskifti við verandi og nýggjar kundar, kann eisini verða skrásett í okkara kundaskipan. Hetta er eisini skrásett í okkara Hubspot-skipan, og vit vísa til privatlívspolitikkin omanfyri.

Tá ið tú sendir okkum eina starvsumsókn, verða tínar persónupplýsingar goymdar á Microsoft OneDrive. Vit vísa til Microsoft-privatlívspolitikkin, sum áður nevnt, omanfyri.

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Vanligt kundasamskifti og frymil á heimasíðuni

Vit goyma persónupplýsingar um teg, so leingi hetta er neyðugt til at røkja endamálið við viðgerðini av teimum. Hava vit einki samband við teg í 18 mánaðar, verða persónupplýsingarnar strikaðar.

Upplýsingarnar vera tó goymdar í longri tíðarskeið, um hetta er álagt í aðrari lóggávu.

Umsókn til lýst starv

Verður umsóknin gingin á møti, vera tínar persónupplýsingar goymdar til 12 mánaðar eftir, at tú ert farin úr starvinum aftur.

Verður umsóknin ikki gingin á møti, vera tínar persónupplýsingar strikaðar 6 mánaðar eftir at starvið er sett.

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg, fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.

Tú hevur sambært dátuverndarlógini nøkur rættindi í samband við viðgerina av tínum persónupplýsingum. Rættindini merkja m.a., at tú kanst fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg, og at tú undir ávísum treytum kanst fáa upplýsingarnar strikaðar.

Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til info@brusa.io. Vit seta okkum tá í samband við teg um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi, umframt at staðfesta tín samleika.

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Tað merkir, at tú kanst spyrja okkum um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál v.m.

Rætturin til mótmæli

Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í, at ein í ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnar framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.

Rætturin til rætting

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki meinar eru rættar.

Rætturin til striking

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at vit ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur, av tí at ávísar persónupplýsingar ikki kunnu strikast orsaka av aðrari lóggeving, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma persónupplýsingarnar

Rætturin til viðgerðaravmarking

Tú kanst biðja um, at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær eru nágreinaðar, at tær ikki kunnu viðgerast og at atgongdin til at lesa tær er skerd.

Rætturin til dátuflutning

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Rætturin til ikki at verða profileraður

Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.

Rætturin til at taka samtykki aftur

Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.

Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Rætturin at klaga

Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á info@brusa.io

Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Sambandsupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her: https://dat.fo.