Live-shopping á Facebook
Tú kemur at læra virði í Live upplivingum á Facebook og hvussu tú kanst brúka hetta fyri at røkja sambandi við tínar fylgjarar.

Sel meira við Facebook Live
Kom við á skeið, har tú lærir um Facebook Live og hvussu tað kann hjálpa tær at branda tína fyritøku. Tú kemur at læra virði í LIVE upplivingum á Facebook og hvussu tú kanst brúka hetta fyri at fáa samband við tín málbólk.
Undirvísingin fer fram á enskum, og tað er Manuel James Delgado sum undirvísir!
Facebook favoriserar video. Facebook favoriserar LIVE video enn meira – so við at stroyma beinleiðis, kanst tú fáa eina ótrúliga góða útbreiðslu. Men hvussu geri eg? Hvussu komi eg í gongd? Hvat skal eg siga? Hvar skal eg filma tað? Hvat við útgerð? Hesar spurningar koma vit at tosa nærri um.
Vit tosa ikki bara um, hvussu tú skalt standa frammanfyri myndatólinum (men eisini tað!). Vit koma eisini inn á, hvussu tú kanst stroyma frá tiltøkum, samrøður við fólk ella brúka Facebook Watch Parties og Premiere fyri at geva fólki eina kenslu av, at tey eru saman um eina beinleiðis uppliving.
Aftaná hetta stutta skeiðið, pakkað við góðum ráðum, kemur tú at kenna teg tryggari við at royna live-stroyming á Facebook.
Manuel James Delgado

Manuel James Delgado is a Digital Media Consultant with a strong passion for helping businesses and organizations navigate the digital landscape. He has the knowledge and experience to solve digital marketing challenges for companies and institutions.
Manuel specializes in e-commerce and Social Media Marketing, from building webshops to raising brand awareness and increasing online sales. He also has a keen eye for writing and designing ads, ensuring that the marketing material reflects your brand, organization, or vision.
Beyond managing digital media, Manuel provides the necessary tools to help you work at a higher level in digital marketing.
Manuel speaks English but understands Faroese.