Kommunuval: Lær at gagnnýta sosialar miðlar
Stillar tú upp til val? Lær at brúka sosialar miðlar sum amboð í valstríðnum.

Brúka sosialar miðlar til tín fyrimun
Jákup Brúsá hevur drúgvar royndir við samskifti, og hevur í nógv ár borið seg fram sum serfrøðing innan talgildar miðlar. Jákup hevur havt nógvar fyrilestrar, skeið og hevur undirvíst á Glasið og á Fróðskaparsetrinum. Jákup hevur gagnnýtt sosialar miðlar líka frá byrjan, og á hesum skeiðnum fer hann at deila út frá sínum royndum, soleiðis at tú fært eitt grundleggjandi forstáilsi fyri hvussu tú handfarir sosialar miðlar.
Um skeiðið
Hvat skalt tú skriva og hvørja mynd skalt tú velja? Tú lærir at seta upp skjótar og einfaldar lýsingar á Facebook.
Tú lærir at málrætta eftir klaksvíkingum ella suðuroyingum, ungum ella eldri, fólki í parlagið ella foreldrum við tannáringabørnum, arbeiðandi ella lesandi.
Tú lærir hvat er gott at deila, hvussu tú skalt skriva, hvussu tú velur myndir, brúkar video (kanska enntá live video) o.s.fr.
Tú lærir hvussu tú kanst tilrættisleggja títt innihald, so tað kemur út sjálvvirkandi og í einum jøvnum streymi ígjøgnum mánaðin.
Tú lærir um góða praksis viðv. teksti, myndum, video og hvussu tú annars skalt bera teg at á Facebook. Vit hyggja at ymsum dømum uppá hvat riggar væl, og hvat riggar minni væl.
Jákup Brúsá

Manuel holds a Master’s degree (MSc) in Digital Marketing and a Bachelor’s degree (BA) in Communication and Media. He regularly attends training in Facebook Marketing and Google Ads and has provided workshops for political parties on how to leverage Facebook for election campaigns.
Over the past 10 years, he has advised and trained over 100 Faroese businesses on effective online marketing.
Manuel has also conducted research on political communication on social media, with his work published in the internationally recognized journal, International Journal of Information Technology and Politics.