Skeið

Lær at brúka META Business Suite

Lær at brúka Business Suite pallin hjá META

Melda til Les meira

Join this course, starting in 194 days

Hotel Hafnia

Tórshavn

10. september

kl. 08:30 - 14:30

kr. 2.895,- u/mvg

Morgunmatur og miðmáli er við í prísinum

20 pláss

Hvønn er hetta skeiðið vælegnað til?

Skeiðið er til tín, ið tekur tær av sosialu miðlunum hjá eini fyritøku, stovni ella felagsskapi. Nógv ørkymlast av støðugu broytingunum hjá Meta – og at tað gerst støðugt torførari at finna runt í Facebook jungluni við alsamt fleiri amboðum at fáast við.

Meta Business Suite er pallurin, har allar funkurnar verða samlaðar – og er enn í støðugari menning. Fyrimunurin er at tú nú hevur eitt stað, har tú kanst stýra Facebook og Instagram. So um tú ynskir at duga betur at finna runt í ymsu amboðunum og kenna ymsu møguleikarnar á Facebook og Instagram, so er hetta til tín.

Eitt gott amboð at stýra Facebook og Instagram síðum

Meta Business Suite er ein máttmikil skipan til tey, ið stýra Facebook og Instagram síðum hjá fyritøkum og stovnum. Við skipanini kanst tú stýra tykkara síðum, og tú hevur m.a. møguleika at leggja tilfar út á síðurnar, og at fáa yvirlit yvir tey, ið fylgja tíni síðu.

Tú kanst tíðaráseta nær uppsløg og Stories skulu verða útgivin, svara boðum á tín Facebook og Instagram vanga á einum stað, gera ein content kalendara, umsita atgongd til tykkara síður v.m. Á skeiðinum fært tú eisini 1-til-1 vegleiðing til teir spurningar, tú situr við.

Undirvísari

Manuel James Delgado

Manuel James Delgado is a Digital Media Consultant with a strong passion for helping businesses and organizations navigate the digital landscape. He has the knowledge and experience to solve digital marketing challenges for companies and institutions.

Manuel specializes in e-commerce and Social Media Marketing, from building webshops to raising brand awareness and increasing online sales. He also has a keen eye for writing and designing ads, ensuring that the marketing material reflects your brand, organization, or vision.

Beyond managing digital media, Manuel provides the necessary tools to help you work at a higher level in digital marketing.

Manuel speaks English but understands Faroese.