Tíðindi

Soleiðis fært tú mest burturúr Google Ads

Hví er tað, at summar fyritøkur fáa betri úrslit á Google, enn aðrar? Tað hevur sum oftast nakað við tracking (sporing) at gera. Um tú fært eitt betri tracking-setup, so fært tú ikki bara betri úrslit, men eisini nógv størri innlit í atferðina hjá brúkarunum.

Tracking er grundarlagið í tíni ferð eftir at økja um søluna. Uttan tracking hevði tað verið sum at siglt til Flemish Cap uttan kumpass – tú hevði møguliga komið fram, men tað hevði tikið tær væl longri tíð.

Tracking í Google Ads er avgerðandi fyri at máta og betra um tína kampanju. Tað gevur tær betri møguleikar at taka dátudrivnar avgerðir, og ikki bara gitingar um hvat riggar og ikki. Men hvørji amboð eru tað so, sum kunnu hjálpa mær við hesum?

Google Tag Manager

Google Tag Manager (GTM) er eitt hent amboð, sum stýrir og handfer allar tær tracking-koturnar (eisini kallað ‘tags’) á tínari heimasíðu, so at tú sleppur frá at broyta uppá sjálva heimasíðukotuna.

GTM ger tað einfalt at leggja afturat, sletta ella broyta tracking-tags, sum t.d. Google Analytics ella Facebook Pixel. Her kanst tú eisini uppsetað meira avanseraðar tags og triggers, sum sum t.d. tá ein brúkari leggur eina vøru í kurv, ella vitjar eina ávísa undirsíðu.

Tað er í roynd og veru einfalt at koma í gongd við Google Tag Manager. Fyrst skalt tú stovnað eina GTM-kontu og ein “container” til tína heimasíðu. Hesin containarin inniheldir so øll tíni tags. Tá tú hevur stovnað hetta, fært tú eina kotu, sum tú skalt kopierað inn á allar síðurnar á heimasíðuni. Tað gert tú bara einaferð, og tryggjar at GTM kan umsita tíni tags á rættan hátt.

Triggers er ein umráðandi partur av GTM, tí hetta avgerð, nær tíni tags blíva virkin. Tú kanst tillagað tínar triggers út frá t.d. kliks á síðu, vísingum ella innsendan av formulari.

Aðrir týdningarmiklir faktorar

Tað finnast fleiri aðrir hentleikar, ið hava ein stóran týdning. Nevnast kunnu:

  • Google Consent Mode V2
  • Server-side Tracking
  • Enhanced conversions

Um tú ert ein fyritøka ið virkar innan B2C og hevur ein altjóða marknað, vilja vit ráða tær at kannað hesi tingini gjølla, soleiðis at tú fært mest burturúr tínum lýsingarkrónum.

Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar, so kunnu vit greiða nærri frá.