Online kampagnur: Sølan økt meira enn 100%
Fishfacts
Sosiali platformurin fyri fiskivinnuna, Fishfacts, ynskti at gerast sjónligari millum tænastuveitarar í fiskivinnuni – og sjálvandi at fáa nakrar av teimum sum kundar.
Vit eru sera væl nøgdir við strategiina
Í februar 2021 fóru vit undir at hjálpa og vegleiða Fishfacts við teirra marknaðarførslu á netinum. Samanspælið millum lýsingarstrategiina á Google, LinkedIn og Facebook, umframt gott organiskt tilfar frá Fishfacts, gav úrslitið.
Teir hava ongantíð fingið so nógv “leads” ella vitjandi á heimasíðuna. Sølan er økt við meira enn 100% sammett við sama tíðarskeið í fjør, men um tað er okkara strategi ella beinharða arbeiði hjá Hanusi Samró, sølustjóra, kann ikki sigast við vissu – men tølini tala fyri seg.
– Vit eru sera væl nøgdir við strategiina. Tað er valla nøkur loyna, at Jákup veit, hvat hann tosar um, tá tað kemur til ymisku talgildu pallarnar. Hann er bæði greiður og nærlagdur í sínum arbeiði, hann brennur veruliga fyri sosialum miðlum, og tað er ein sonn fragd at arbeiða saman við honum. Hann kann so absloutt viðmælast, sigur Hanus Samró, sølustjóri í Fishfacts.