Tíðindi

Poddvarp: Cookies og verja av persónsdátum

Seinastu árini eru nógvar broytingar farnar fram innan verju av persónsdátum og nógv verður tosað um cookies á heimasíðum. Vit fara í dag at tosa meira um hetta evni, hvussu hetta ávirkar marknaðarførslu og hvussu heimasíðu-eigarar og marketing fólk skulu fyrihalda seg til nýggju lóggávuna.

Vælkomin til Talgildir marknaðarføroyingar poddvarpið. Gestur hesaferð er Jógvan Andersen frá Qodio, ið hava ment ein serstakan cookies-góðkennara til heimasíður.