We are your digital growth agency

Vit veita ráðgeving og skeiðsundirvísing innan talgilda marknaðarførslu

Vís skeið Send fyrispurning
Tænastur

Hesum kunnu vit hjálpa við

Search Marketing

Fá heimasíðuna longur upp eftir listanum, so leitandi kundar finna teg fyrst.

Sosialir miðlar

Finn útav hvørjir platformar rigga best til tín tørv, og hvussu tú kanst brúka hesar platformar fyri at røkka út til tín málbólk.

Sóley Madsen Stokkar.fo

Líka frá innleiðandi hugskotinum til endaligu heimasíðuna, hava vit verið sera væl nøgd við tænastuna og samstarvið. Vit vilja tí geva Brúsá bestu viðmæli."

Jákup Breckmann Rent Your Car

Vit føldu, at vit brúktu ov nógva tíð uppá marknaðarførsluna, og úrslitið var ikki nóg gott í mun til tíðina, vit brúktu. Vit sóu beinavegin úrslit aftaná eina viku ella tvær, tá vit outsourcaðu marknaðarførsluna til BRÚSÁ. Nú marknaðarførslan verður gjørd góð og effektiv, kunnu Tór og eg seta meira fokus á vørumenning."

Henny á Líknargøtu Smyril Line

Vit eru sera fegin um samstarvið við Brúsá. Teir hava í tøttum samstarvið við okkum staðið fyri at gera Smyril Line sjónligari á Google við fokus á evropeiska marknaðin. Brúsá eru lættir at samstarva við, seta seg væl inn í uppgávurnar, samstundis sum teir hava drúgvar royndir og útbúgvingar á økinum. "

Henrietta Hammer Poul Hansen (Á handlar)

Brúsá gav okkum yvirlit yvir allar okkara síður á Facebook og vístu okkum, hvussu vit skjótt og ómakaleyst kundu fáa ein reyðan tráð. Nú er tað lætt at umsita sosialu miðlarnar, og vit hava fingið innlit í spennandi funkur, ið vit ikki hildu vóru gjørligar."

Suffía Nón FJORD

Vit eru stak væl nøgd við okkara nethandil. Tað er sera einfalt at leggja nýggjar vørur út, og eisini er skipanin soleiðis sett upp at tað er sera lætt og skjótt at avgreiða ordranar, og kundin fær automatiskt boð tá ið hetta er gjørt. Ein skipan ið er løtt at brúka og koyrir væl uttan nakrar trupulleikar."

Jastrið Toftegaard Vørðslan

Vit eru sera væl nøgd við nethandilin. Alt er gjøgnumhugsað, og vit hava fingið góða upplæring í, hvussu vit brúka Shopyfy."